Føroyar áseta sær egna kvotu av norðhavssild

Føroyar áseta sær egna kvotu av norðhavssild
Føroyar fara at áseta sær sína egnu kvotu av norðhavssild í ár.
 
23.01.2015 - 16:50

Tað verður gjørt, eftir at samráðingarnar í London í vikuni ikki førdu til nakað úrslit, og samráðingar verða ikki aftur um norðhavssildina í ár.

Føroyar sum vóru formansland í samráðingunum um sildina, hava latið formansskapin til norðmenn, sum hava formansskapin í 2016.

Hvussu stór føroyska sildakvotan verður, vil Jacob Vestergaard, landsstýrismaður ikki siga nakað um enn.

Hann sigur, at fyrst skal úrslitið av samráðingunum viðgerast, og síðani fer hann at kunna Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um støðuna. Ikki fyrr enn eftir tað, verður føroyska sildakvotan ásett.

Í fjør ásett Føroyar sær 40.000 tons av norðhavssild, og tað svaraði til 10 prosent av samlaðu sildakvotuni.

Í ár er samlaða sildakvotan sett til 283.000 tons.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur fyrr sagt, at Føroyar hava ligið aftast, tá talan er um at býta norðhavssildina. Har eiga Føroyar at ligga sum nummar tvey, eftir Noreg, og so eiga hini londini at koma aftaná, tá býtt verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846