Anja Johansen er føroyameistari fyri fyrstu ferð

Anja Johansen er føroyameistari fyri fyrstu ferð
FM í bogaskjóting var í Sandavági í dag. Teitur Dalsgaard og Anja Johansen eru føroyameistarar í ávíkavist greinunum, recurve og compound

22.03.2015 - 20:22

Talan var um eina sera spennandi finalu í compound, tá Anja Johansen vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti nakrantíð. Hon vann við einum stigi á Kaj Johannensen og setti eisini persónligt met í 15 píla skjóting.

15 ára gamli, Teitur Dalsgaard gjørdist føroyameistari í recurve. Hetta er annað árið á rað at Teitur er føroyameistari í hesi greinini.

Vinnarar

Recurve:    1. Teitur Dalsgaard

2. Absalon Hansen

3. Eggaba Andreasen

Absalon Hansen væntar á myndini

Compound: 1. Anja Johansen

2. Kaj Johannesen

3. Albert Dam

Anja hevur góðar vónir til oyggjaleikir

Hóast at tað enn er óvist hvussu oyggjaleikalandsliðið verður mannað til oyggjaleikir, so ætlar Anja at gera alt fyri at sleppa við á landsliðið.

Tað er í summar at bogaskjúttalandsliðið skal kappast í Jersey. Anja Johansen hevur enn ikki roynt seg á oyggjaleikum, tí seinast var siktið brotið á boganum, og eftir hennara tykki var hetta tað sum gjørdi at úttøkukappingin tá gekk ógvuliga illa.

Útøkukappingar uttan vøll

FM telur ikki við sum úttøkukapping, men tað er í næstum at úttøkukappingarnar eru.  2,19, og 24 apríl eru úttøkukappingarnar á skránni og eftir tær verður avgjørt hvør skal manna oyggaleikalandsliðið.

Men tað sum undrar bogaskjúttarnar er, at hóast feløgini ella landsliðið einki stað hevur at venja úti, so skulu úttøkukappingar í uttandurðaskjóting vera í næstum.

Meira verður at frætta um FM í bogaskjóting í 3-2 í annaðkvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816