Hópgravir við hermonnum funnar

Hópgravir við hermonnum funnar
12 hópgravir eru funnar í irakiska býnum, Tikrit. Hildið verður, at útivið 1700 hermenn, ið Islamiskur statur hevur tikið av døgum, eru grivnir
Rættarlæknar grava í løtuni ræðuleikar hjá Islamiskum stati upp í irakiska býnum, Tikrit, har komið er fram á 12 hópgravir. Hildið verður, at útivið 1700 hermenn eru grivnir í grøvunum
Mynd: AP  
 
07.04.2015 - 09:48

Harðrenda og ræðuliga framferðin hjá Islamiskum stati kemur í hesum døgum undan kavi í 12 hópgravum í irakiska býnum, Tikrit.

Rættarlæknar arbeiða í løtuni við at eyðmerkja øll líkini, ið eru funnin í hópgrøvunum. Hildið verður, at útivið 1700 hermenn vórðu grivnir í grøvunum.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Vit hava grivið tey fyrstu líkini upp í dag, og tað var ikki nøkur tespilig sjón, segði ein talsmaður fyri myndugleikarnar við tíðindastovuna, Reuters, sunnudagin.

Nakrar hópgravir eru í býnum har fyrrverandi irakiski forsetin, Saddam Hussein, búði. Býurin hevur virkað sum høvuðsstøð hjá Islamiskum stati síðani Hussein doyði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659