Fyrrverandi forseti 20 ár í fongsul

Fyrrverandi forseti 20 ár í fongsul
Mohamed Morsi, fyrrverandi forseti í Egyptalandi, er dømdur 20 ár í fongsul, tí hann eggjaði til at drepa mótmælisfólk
Mohamed Morsi, fyrsti fólkavaldi forsetin í Egyptalandi, er í morgun dømdur 20 ár í fongsul
Mynd: AP  
 
21.04.2015 - 10:52

Ein dómstólur í Egyptalandi hevur í dag dømt fyrrverandi forsetan í Egyptalandi, Mohamed Morsi, 20 ár handan rimarnar.

Dómin fekk hann, tí hann eggjaði til at mótmælisfólk vórðu myrd í desember 2012. Eygleiðarar hava áður sagt, at hann kundi verða dømdur til deyða.

Sat ikki leingi

Mohamed Morsi sat ikki leingi við valdinum fyri borðendan í Egyptalandi. Í juni mánað í 2012 varð hann valdur til forseta í landinum.

Bert eitt ár eftir at Mohamed Morsi hevði tikið við sum fyrsti fólkavaldi forsetin í Egyptalandi, varð hann rikin frá valdinum aftur 3. juli í 2013.

Fyri einum ári síðani vórðu 529 fólk í Muslimska Brøðralagnum í Egyptalandi deyðadømd, tí fólkini høvdu stuðlað Mohamed Morsi, tá hann hevði valdið í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233