Sí upptøkuna: Her rakar skalvalop Mount Everest

Sí upptøkuna: Her rakar skalvalop Mount Everest
Í minsta lagi 3.200 fólk eru deyð, og 6.000 særd. Ein fjallaklintrari tók upp, tá skalvar lupu í kjalarvørrinum á jarðskjálvtanum leygardagin
Ein fjallaklintrari hevði upptøkutólið tendrað, tá skalvalopið rakti leguna, Everest Basecamt, leygardagin. Upptøkan er niðanfyri
Mynd: Skíggjamynd/YouTube/Jost Kobusch  
 
27.04.2015 - 11:25

- Jørðin skelvur, fanans!

Tað eru fyrstu orðini á upptøkuni niðan fyri, tá tað leygardagin gjørdist greitt hjá fjallaklintraranum á Mount Everest, at ein skalvur var lopin á fjallinum.

Fyrstu løtuna eru fjallaklintrarnir róligir. Síðani kemur róp í, og fjallaklintrarnir søkja sær skjól í teltunum í leguni, Everest Basecamp, ið er 5364 metrar uppi.

Týski fjallaklintrarin, Jost Kobusch, hevði upptøkutólið tendrað, tá skalvurin rakar leguna á Mount Everest, har nakrir fjallaklintrarar eru staddir. Sí upptøkuna her.

17 fjallaklintrarar hava higartil mist lívið í skalvalopinum og fleiri enn 60 aðrir fjallaklintrarar eru løstaðir, skrivar BBC News.

Tilsamans eru fleiri enn 3.200 fólk higartil deyð av jarðskjálvtanum leygardagin, meðan 6.000 onnur fólk eru særd, skriva útlendskir miðlar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659