Dømast til deyða fyri bumbuálopið í Boston

Dømast til deyða fyri bumbuálopið í Boston
Tann 21 ára gamli Dzhokhar Tsarnaev er dømdur til deyða fyri bumbuálopið undir maratonrenningini í Boston í apríl 2013
 
16.05.2015 - 11:30

Eitt nevningating í Boston í USA hevur dømt tann 21 ára gamla Dzhokhar Tsarnaev til deyða fyri bumbuálopið undir maratonrenningini í Boston í apríl 2013.
Maðurin varð fyri einum mánað síðani funnin sekur í øllum 30 ákærum, ið snúgva seg u m, hvussu hann saman við beiggja sínum sprongdi tvær heimagjørdar bumbur undir maratonrenningini. 
Tað tók nevningunum tríggjar dagar og 14 tímar at taka støðu til, um hann skuldi sita restina av lívinum í fongsli, ella um hann skuldi dømast til deyða fyri yvirgangsálopið, ið kostaði trimum fólkum lívið og løstaði meira enn 180.

 

Røtt avgerð

Amerikanski løgmálaráðharrin, Loretta Lynch, sigur, at nevningatingið hevur tikið ta røttu avgerðina.
- Tann harðasti dómurin er hóskandi fyri hesa ræðuligu brotsgerð, og vit vóna, at hetta fer at hjálpa teimum, ið eftir sita, at koma víðari, sigur hon.
Í statinum Massachusetts, har Boston liggur, er deyðarevsing avrikin fyri nógvum árum síðani. 
Í hesum føri eru tað ikki lógirnar í statinum Massachusetts, ið galda, men samveldislógirnar, og tí kann hann verða dømdur deyðarevsing. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207