Seld partabrøv í fjør gjørdu munin í avlopinum

Seld partabrøv í fjør gjørdu munin í avlopinum
Norðoya Sparikassi hevur kunngjørt hálvársroknskapin. Avlopið eina millión minni í ár enn í fjør. Minni sett av móti tapi.
Solvensurin hjá Norðoya Sparikassa var 18,1 prosent tann 30.juni, 8,5 prosentstig meira enn kravt.
 
28.07.2015 - 11:06

Norðoya Sparikassi hevði 6,2 milliónir krónur í avlopi fyri skatt fyrra hálvár í ár, eina millión minni enn í fjør.

Munurin stavar ikki frá verri rakstri í ár, sigur sparikassin í hálvársfrásøgn sínari, men sparikassin seldi í fjør partabrøv í Nets A/S í Danmark fyri eina millión.

Avlopið av vanliga rakstrinum í ár er 8,1 millión, tað var 8,7 í fjør. Rentuinntøkan er minni í ár, og tí er avlopið minni.  

65 milliónir inn 12 út

Fyrra hálvár komu 65 milliónir krónur á bók, men bara 12 milliónir blivu læntar út. 

Innlánini eru nú 322 milliónir krónur størri enn útlánini.   

Minni sett av móti tapi

Fyrra hálvár í ár niðurskrivaði Norðoya sparikassi útlán og ábyrgdir 1,8 mió. kr. sum eru, 600.000 kr. minni enn í fjør.

Sparikassin hevur framt stórar niðurskrivingar seinastu árini, men gongdin í niðurskrivingum seinasta árið ber boð um, at útlit eru fyri, at niðurskrivingarnar næstu árini verða minni enn undanfarin ár. 

Seks prosent í rentu

Á umboðsráðsfundinum í mars samtykti umboðsráðið enn eina ferð at renta ábyrgdarpeningin við fimm prosentum yvir hægstu innlánsrentu fyri 12 mánaða uppsøgn, sum geva góð seks prosent í rentu. 

Og áhugin fyri at tekna ábyrgdarpening í Norðoya sparikassa er stórur. 

Í fjør vaks ábyrgdarpeningurin 31 prosent, og til 1.juli í ár komu 33 prosent afturat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376