Enn eitt vrakpetti funnið

Enn eitt vrakpetti funnið
Vrakpettið stavar frá einum Boeing 777 flogfari, ið er sama slag, sum horvna flogfarið, sum hvarv av radaranum
 
02.08.2015 - 10:46

Eitt vrakpetti afturat av einum flogfarið er rikið á land á oynni Reunion í Indiahavinum. Hildið verður, at talan er um eina hurð av einum flogfari,skrivar BBC á heimasíðuni.

Vrakpettið var funnið sunnanfyri býin St. Denis og síðan handað myndugleikunum. Á vrakpettinum er frammand skrift og myndprýði.

Eitt vrakpetti, tveir metrar til longdar, sum varð  funnið á Reunion oynni fyrr í vikuni, verður í løtuni kannað í Fraklandi, fyri at fáa staðfest, um tað er av MH370 flogfarinum hjá Malaysian Airlines, sum hvarv í fjør.

Staðfest er, at vrakpettið stavar frá einum Boeing 777 flogfari, ið er sama slag, sum horvna flogfarið. Flogfarið var ávegis frá Kuala Lumpur til Beijing við 239 fólkum umborð, tá tað brádliga broytti kós og síðan hvarv av radaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425