Umfatandi mál um kynsliga misnýtslu skakar Noreg

Umfatandi mál um kynsliga misnýtslu skakar Noreg
Ein 40 ára gamal norðmaður er ákærdur í einum máli, ið fevnir um kynsliga misnýtslu av meira enn 100 børnum. Maðurin játtar seg partvíst sekan
Ein 40 ára gamal norðmaður er ákærdur í einum máli, sum fevnir um heili 225 kynslig misbrot móti meira enn 100 børnum. Rætturin í Gjøvik fer nú undir umfatandi arbeiðið at viðgera allar ákærurnar
Mynd: NRK  
 
10.12.2015 - 08:49

Eitt stórt pedofilimál skakar norðmenn í hesum døgum. 40 ára gamal maður er ákærdur í einum máli, sum fevnir um heili 225 kynslig misbrot móti meira enn 100 børnum.

Rætturin í Gjøvik fer nú undir umfatandi arbeiðið at viðgera allar ákærurnar, og øll tey raktu skulu eisini við í viðgerðina. Hetta ger rættarmálið til størsta revsimál nakrantíð í Gjøvik Tingrætti, har maðurin er ákærdur.

Sambært Oppland Arbejderblad snúgva flestu ákærurnar seg um børn undir aldur, sum eru lokkað at lata seg úr og síðani gera ymiskt kynsligt framman fyri myndatóli á internet-tænastuni MSN.

Eisini ákærdur fyri at hava framleitt tilfar

Ákærurnar fevna eisini um kynslig misbrot, sum maðurin sjálvur hevur gjørt móti børnum yngri enn 16 ár. Hetta skal vera hent, tá maðurin var musikklærari.

Somuleiðis er maðurin ákærdur fyri at hava framleitt barnapornografiskt tilfar. Undir eini húsarannsókn fann løgreglan 40.000 myndir og 4.000 filmar, sum vístu børn, ið vórðu misbrúkt kynsliga.

40 ára gamli norðmaðurin játtar seg partvíst sekan í málinum. 10 vikur eru settar av í Gjøvik Tingrætti til at viðgerða málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425