Obama: USA skal basa krabbameini

Obama: USA skal basa krabbameini
Í framtíðini kann USA fáa bilbugt við krabbameini, segði amerikanski forsetin millum annað í seinastu røðuni fyri Kongressini. Sí alla røðuna her
Í nátt, okkara tíð, helt amerikanski forsetin Barack Obama sína seinastu røðu fyri Kongressini. Sí og hoyr alla røðuna í greinini her
Mynd: Skíggjamynd/The White House á YouTube  
 
13.01.2016 - 15:07

Í nátt, okkara tíð, helt amerikanski forsetin, Barack Obama, sína seinastu røðu fyri Kongressini. Obama nýtti fyri tað mesta høvið at vísa á, hvussu USA í hansara tíð sum forseti hevur reist seg eftir fíggjakreppuna í 2007.

Lógvabrestirnir rungaðu í nátt í stórbæra bygninginum, sum hýsir amerikonsku kongressini á Capitol Hill í Washington. Hetta var seinasta ferð Barack Obama sum forseti helt røðu fyri Kongressini.

Sí alla røðuna niðanfyri

Í røðuni smæddist forsetin, Barack Obama, ikki, tá hann vísti á tað, ið er fingið av skafti, síðan hann flutti inn í Hvítu Húsini í 2009.

- USA hevur sterkasta og haldbesta búskapin í heiminum, segði forsetin millum annað í seinastu røðuni fyri Kongressini í nátt okkara tíð.

Arbeiðsloysið er minkað eina helvt, tí at ongantíð í søguni eru so nógv nýggj størv skapt í USA, sum seinastu árini, segði Obama millum annað.

Greinin heldur fram niðanfyri

Hann segði eisini, at hallið á fíggjarlógini er minkað munandi, og at ein nýggj heilsuskipan er sett í verk. Obama harmaðist kortini um, at veingirnir í amerikanskum politikki standa longri frá hvør øðrum enn fyrr.

Millum annað hevur ikki borið til hjá Obama at finna semju um eina nýggja vápnalóggávu, og spurningurin um tilflytarar er eisini í stóran mun óloystur.

Uttanríkispolitiskt vísti Obama á nýggju veðurlagsavtaluna, sum varð undirskrivað í heyst og á kjarnorkuavtaluna við Iran. Forsetaval verður í USA november, og republikansk valevni hava funnist hvassliga at røðuni.

Trump heldur lítið um røðuna

Donald Trump, sum løtuni er høvuðsvalevni hjá Republikanska flokkinum, segði, at røðan var keðilig. Ted Cruz kappast eisini um at gerast forsetavalevni. Hann segði, at Obama í røðuni avnoktaði veruleikan um støðuna í USA.

Jeb Bush, beiggi fyrrverandi forsetan, George W. Bush, fíltist eisini á røðuna og visti á ótryggu altjóða politisku vidurskiftini i Miðeystri og Norðurkorea, sum Obama var sparin við at nevna.

Mong halda, at Jeb Bush hevur góðan møguleika at gerast forsetavalevni hjá Republikanarum í heyst. Hjá Demokratunum er nógv, sum bendir á, at Hillary Clinton verður valevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740