Tríggir bretar smittaðir av Zika-virusi

Tríggir bretar smittaðir av Zika-virusi
Tríggir bretar, ið hava ferðast í suðuramerikonskum londum, eru smittaðir av Zika-virusinum
 
24.01.2016 - 10:33

Trý bretsk ferðafólk eru smittað av Zika-virusi í Suðuramerika. Hetta skrivar CNN á heimasíðuni. 

Sambært bretsku heilsumyndugleikunum eru hetta fólk, ið hava ferðast í Kolombia, Suriname og Guyana. 

Zika-virusið verður ikki borið frá fólki til fólk, men verður spjatt við mýggjabitum, og enn er eingin lekidómur móti virusinum. 

Kann elva til heilaskaða

Zika-virusið kann elva til, at børn verða fødd við ov lítlum skallabeini og heilsaskaða – tí, sum á læknamálið eitur mikrocefali.

Í Brasil er talið á mikrocefali-tilburðum vaksið ógvuliga nógv. Síðan oktober í fyrraári eru meira enn 3.500 børn fødd við mikrocefali, samanborið við 147 tilburðir alt árið 2014.

Danski serumstovnurin mælir nú donskum kvinnum, sum eru við barn, frá at ferðast til Suðuramerika, sum støðan er í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425