Landstingslimur: Grønland eigur at skifta navn

Landstingslimur: Grønland eigur at skifta navn
Grønlendska heitið á landinum eigur ikki longur at vera Kalaallit Nunaat, heldur ein limur í Landstinginum úr Siumut-flokkinum
Grønlandska heitið á landinum eigur at broytast frá Kalaallit Nunaat til Inuit Nunaat, heldur landstingslimur
 
26.01.2016 - 15:52

Í staðin fyri at eita Kalaallit Nunaat, sum grønlendska navnið er, so eigur rætta navnið at vera Inuit Nunaat, heldur landstingslimurin, Nikolaj Jeremiassen úr Siumut.

Nikolaj Jeremiassen hevur sent landsstýrinum ein fyrispurning um at Grønland broytir navn. Inuit Nunaat er eitt betri navn, heldur Nikolaj Jeremiassen, sambært KNR.

Navnið merkir tað sama

Inuit Nunaat merkir "land menniskjanna" og hetta samsvarar betri við tað, sum forfedrarnir kallaðu tey fólkini, sum búðu í landinum, heldur landstingslimurin.

Kalaallit Nunaat merkir í prinsippinum tað sama, men tað er eitt navn, sum er komið seinni. Og tað hevur verið ávirkað av teimum fólkum, sum fluttu til Grønlands.

Tí mælir Nikolaj Jeremiassen landsstýrinum til at umhugsa at brúka tað gamla navnið aftur. Hann heitir eisini á landsstýrið um møguliga at hava eina fólkaatkvøðu ella eina meiningarkanning, so fólk kunnu siga sína hugsan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425