Sanders sigraði á Clinton í New Hampshire

Sanders sigraði á Clinton í New Hampshire
Republikanarin Donald Trump og demokraturin Bernie Sanders hava vunnið uppstillingarvalið í statinum New Hampshire
Tá 86 prosent av demokratisku atkvøðunum í New Hampshire vórðu taldar, hevði Bernie Sanders fingið 60 prosent av atkvøðunum og Hillary Clinton 38 prosent
Mynd: AP  
 
10.02.2016 - 08:02

Tá 80 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, hevði Trump fingið meiri enn 35 prosent av republikansku atkvøðunum. Tað eru tvær ferðir so nógv sum John Kasich, sum hevur fingið 16 prosent.

Ted Cruze er á triðja plássi við 12 prosentum, Jeb Bush hevur 11 prosent, og Marco Rubio hevur fingið 10 prosent. Á uppstillingarvalinum í Iowa í síðstu viku endaði Donald Trump á øðrum plássi, aftan fyri Ted Cruze,

Eftir sigurin í New Hampshire í gjár, segði Trump, at næsta stigið er at vinna í South Carolina. Og hann bjóðaði eisini øðrum londum av.

Hillari Clinton viðgingið ósigurin

- Tá ið ræður um handil, fara vit at vinna á Kina, Japan og Meksiko. Vit fara at vinna á øllum londum, sum taka so nógvan pening frá okkum, segði Donald Trump í sigursrøðu síni í New Hampshire í nátt.

Hjá demokratunum er Bernie Sanders stóri sigursharrin. Tá 86 prosent av demokratisku atkvøðunum vórðu tald, hevði Bernie Sanders fingið 60 prosent av atkvøðunum og Hillary Clinton 38 prosent, skrivar CNN.

Sambært Washington Post hevur Hillary Clinton viðgingið, at hon hevur tapt. Í røðu síni fyri viðhaldsfólkunum segði Bernie Sanders, at fólkið vil hava broytingar.

Góð  valluttøka

Sanders takkaði Hillary Clinton fyri valstríðið, og Sanders segði seg vóna, at sakliga valstríðið, sum hann tók til, heldur fram upp undir uppstillingarvalið í South Carolina.

Hóast bara 1,3 milliónir fólk búgva í New Hampshire, hava royndirnar víst fyrr, at úrslitið í hesum statinum kann fáa avgerandi týdning fyri valstríðið hjá teimum, sum royna at gerast forsetavalevni.

Reuters sigur, at alt bendir á, at valluttøkan í New Hampshire í gjár setti met. Forsetavalið í USA verður 8. november. Tá verður avgjørt, hvør skal loysa Barack Obama, forseta, av í Hvítu Húsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098