Ivasamt um peningurin kann dragast frá í skatti

Ivasamt um peningurin kann dragast frá í skatti
Hálva milliardin í tapi, sum Eik Banki vil sleppa at draga frá í skatti, er longu nýtt til skattafrádrátt eina ferð
Tær 514 milliónirnar, Eik Banki sigur seg hava mist og vil hava ein frádrátt uppá 90 milliónir krónur fyri, vóru umfataðar av bankatrygdini í bankapakka 1. Tí er ivasamt, um tær kunnu dragast frá í skatti
 
19.02.2016 - 12:51

Tær 514 milliónirnar, Eik Banki sigur seg hava mist, og vil hava 90 milliónir krónur í frádrátti fyri, vóru umfataðar av bankatrygdini í bankapakka 1. Tí er ivasamt, um tær kunnu dragast frá í skatti.

Eik Banki byrjaði sítt nýggja lív við hálvari aðru milliard í eginogn og ikki við tveimum milliardum í eginogn. Tað sæst í fyrsta ársroknskapinum hjá bankanum í 2010/11.

Rokningin send víðari

Fíggjarligt Støðufesti tók tapið, 514 milliónir krónur, tí tað var umfatað av bankapakka 1. Men Fíggjarligt Støðufesti kann ikki prenta pengar.

Rokningin, sum er 514 milliónir krónur, varð send víðari til peningastovnarnar, sum vóru tilmeldaðir bankapakka 1, og sum fíggjaðu bankapakkan - harímillum BankNordik.

Hetta gjørdi Fíggjarligt Støðufesti longu á vári 2011. Teir peningastovnarnir, sum vóru tilmeldaðir, hava drigið rokningina frá og fingið teir skattafrádráttirnar, sum teir høvdu rætt til í hesum sambandi.

Einasti bankin sum yvirlivdi

Tað vísa upplýsingar, sum Útvarpið hevur fingið innlit í. Við øðrum orðum roynir Eik Banki at fáa ein frádrátt frá TAKS í Føroyum, sum danskir peningastovnar longu hava fingið frá SKAT í Danmark.

Sum skilst er tað hetta, sum Eik Banki ikki upplýsti fyri TAKS, tá TAKS var biðið um at kanna, um Eik Banki hevði rætt til ein frádrátt fyri tær 514 milliónir krónurnar, sum eginognin varð niðurskrivað við.

Eik Banki er tann einasti av teimum 12 peningastovnunum, sum yvirlivdi, tá Fíggjarligt Støðufesti legði uppí. Eik Banki var tann einasti, sum lá uttan fyri danskan skattarætt. Hinir 11 vórðu allir uppgjørdir eftir danskari lóg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262