Kommunulæknin verður ákærdur

Kommunulæknin verður ákærdur
Ákæra verður reist móti einum kommunulækna fyri kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum
Ákæruvaldið er farið í holt við at skriva ákæruritið móti einum kommunulækna, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang móti kvinnum
 
23.02.2016 - 12:29

Ákæruvaldið er farið í holt við at skriva ákæruritið móti einum kommunulækna, sum er skuldsettur fyri kynsligan ágang móti kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum.

Linda Hesselberg, ákæri, vil ikki upplýsa nú, áðrenn ákæruritið er liðugt, hvat kommunulæknin verður ákærdur fyri. Politiið fekk 13 fráboðanir um læknan.

Málið byrjaði í 2014

Tað var í juli í 2014, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til kanningar hjá honum.

Síðani meldaðu fleiri kvinnur kommunulæknan. Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og fyri at bróta revsilógina.

Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd. Men ákærin vil ikki upplýsa nú, um ákærurnar verða tær somu sum skuldsetingarnar.

SÍ EISINI Kommunulækni skuldsettur fyri kynsligan ágang

Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Í september í 2014 varð hann fyribils loystur úr starvi sínum sum kommunulækni.

Í desember 2014 segði kommunulæknan við Útvarpið, at í arbeiði sínum sum kommunulækni hevur hann gjørt undirlívskanningar í nógv ár.

- Hesar kvinnurnar hava eina uppliving av støðuni, men sjálvur havi eg eina aðra uppliving, segði kommunulæknin, sum vísti aftur, at nakað skeivt er hent.

SÍ EISINI Læknin: Eg havi onki skeivt gjørt

Hann harmaðist um, at hann var einsamallur við kvinnunum, tá hann gjørdi undirlívskanningarnar.

- Jú, sæð í bakspeglinum var tað skeivt av mær at vera einsamallur við kvinnunum, segði hann.

Broytti mannagongdir

Tað er tó ikki altíð eitt val hjá einum kommunulækna, og tí er einki óvanligt í, at læknin er einsamallur við kvinnum, tá slíkar kanningar verða gjørdar, segði skuldsetti kommunulæknin við Útvarpið 9. desember í 2014.

Hann segði, at hann broytti mannagongdir, tá politiið á fyrsta sinni setti seg í samband við hann, so annað heilsustarvsfólk eisini var til staðar, tá undirlívskanningarnar vórðu gjørdar.

Kommunulæknin varð mentalkannaður í Danmark. Niðurstøðan av teirri kanningini gevur ikki ákæruvaldinum orsøk til at krevja annað enn vanliga revsing, tá málið verður latið rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107