Pávin á Instagram: Sí fyrstu myndina hjá honum her

Pávin á Instagram: Sí fyrstu myndina hjá honum her
Frans pávi, sum nú er á sosiala miðlinum, Instagram, ætlar at brúka myndatænastuna hjá Instagram at náa út til tað yngra ættarliðið
Frans pávi roynir nú at røkka út til yngra ættarliðið við sosialu myndatænastuni á Instagram
 
20.03.2016 - 09:22

Justin Bieber er har, Barack Obama er eisini har og tað sama er Lars Løkke Rasmussen. Og nú er pávin eisini har - á myndasíðuni Instagram.

Frans pávi legði í gjár fyrstu myndina á Instagram. Tað er partur av miðlaætlanini hjá vatikaninum, til tess at tryggja, at boðskapurin røkkur út til yngru fólkini.

Pávin fekk í gjár meira enn eina millión fylgjarar á Instagram eftir bara 12 tímum. Higartil hava fleiri enn 28.000 fólk viðmerkt fyrstu myndina hjá pávanum á Instagram.

Sosialu miðlarnir eru tó ikki heilt ókendir fyri pávan. Frammanundan er Frans pávi eisini á Twitter, har hann tvittar til fólk á níggju ymiskum málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327