Vápnalógin neyvan herd

Vápnalógin neyvan herd
Lítið røkist fyri, at vápnalógin í Grønlandi verður herd, hóast løgreglan vil tað. Onkur politikari tekur eisini undir við at herða lógina
Tað er lítið sannlíkt, at vápnalógin í Grønlandi verður herd fyribils, hóast løgreglan vil tað
 
30.03.2016 - 09:18

Justus Hansen hjá Demokratunum í Grønlandi stuðlar løgregluni, sum vil hava vápnalógina í landinum herda.

Men lítið røkist fyri, at meiriluti fæst fyri herdum reglum, skrivar Sermitsiaq. Justus Hansen sigur við grønlendska útvarpið, at alt ov nógv óhapp henda.

Hann vísir til ein tilburð herfyri, tá ein níggju ára gamal drongur doyði av skotum. Á hvørjum ári henda fleiri óhapp við váðaskotum í Grønlandi.

Heldur vápn skulu steingjast inni

Demokraturin fyrireikar tí uppskot til samtyktar, sum heitir á landsstýrið um at herða krøvini í vápnalógini, skrivar grønlendska Sermitsiaq.

Sjálvur skjýtur Justus Hansen upp, at øll skjótivápn skulu skrásetast og goymast í læstum skápum, bæði privatar og vinnuligar riflur.

Justus Hansen heldur eisini, at fólk eiga at vísa reina revsiváttan, áðrenn tey sleppa at keypa sær skotvápn, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425