Forsætisráðharrin leggur frá sær

Forsætisráðharrin leggur frá sær
Ukrainski forsætisráðharrin, Arsenij Jatsenjuk, leggur frá sær, tí stjórnin hevur ikki megnað at skapt broytingar í landinum
Forsetin í Ukraina hevur biðið forsætisráðharran, Arsenij Jatsenjuk (myndin), um at leggja frá sær
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
11.04.2016 - 10:43

Jatsenjuk boðaði frá avgerð síni sunnudagin, og hann fer at handa umbøn sína um at verða loystur úr sessinum í morgin. Politiskur ruðuleiki hevur valdað í fleiri mánaðir í Ukraina.

Millum annað eru nýskipanirnar, sum Vesturheimurin hevur tikið undir við, seinkaðar, og sostatt eisini fleiri milliardir dollarar í útgjaldi frá altjóða gjaldoyragrunninum, IMF.

Jatsenjuk hevur verið forsætisráðharri síðan februar 2014, tá Viktor Janukovich varð koyrdur frá. Volodmir Groysman, tingformaður í ukrainska tinginum, er í uppskoti at taka við sum forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425