Eingin broyting í fongslinum

Eingin broyting í fongslinum
Hóast ein dóm um, at tað er brot á mannarættindini, skal Breivik ikki vænta ørðvísi viðurskifti í fongslinum
 
22.04.2016 - 15:45

Skien-fongslið fer ongar broytingar at gera í umstøðunum hjá Anders Behring Breivik. 

Býarrætturin í Oslo gav Breivik og sakførara hansara viðhald í, at umstøðurnar hjá 37 ára gamla Breivik í fongslinum, eru brot á mannarættindini, - serliga orsakað longu og umfatandi isolatiónina, sum hann framvegis situr í.

Sakførarin hjá Breivik, Øystein Storrvik, segði eftir dómin, at hann gongur út frá, at umstøðurnar verða broyttar í fongslinum.

Men tað verður av ongum, sigur Ole Krisoffer Borhaug, stjóri í Skienfongslinum við NTB. 

Breivik situr í eini lon við serliga høgum trygdarstøði.

- Soleiðis sum eg tulki dómin, snýr hetta seg meira um broytingar í skipanini. Vit skulu halda okkum til galdandi reglur, og tí halda vit fram sum fyrr, sigur Borhaug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659