Orðaskiftið um ES-limaskap harðnar

Orðaskiftið um ES-limaskap harðnar
Orðaskiftið millum tey, sum ávikavist eru fyri og ímóti, at Bretland framvegis skal vera limur í Evropasamveldinum, harðnar alsamt
 
15.05.2016 - 15:18

Orðaskiftið millum tey, sum eru fyri bretskum ES-limaskapi, og tey sum eru ímóti, harðnar alsamt, nú 40 dagar eru eftir til bretar á fólkaatkvøðu skulu gera av, um landið skal halda fram sum partur av ES ella skal melda seg úr felagskapinum.

"Hitler og Napoleon royndu báðir at sameina Evropa, og tað endaði í sorgarleiki. ES ger í dag júst tað sama." Konservativi tinglimurin Boris Johnson, sum eisini til í síðstu viku var borgarstjóri í London, spardi ikki krút í bretska blaðnum The Sunday Telegraph í morgun.

SÍ EISINI Dýrt hjá Bretlandi at fara úr ES

Boris Johnson vil vera við, at ES setir fólkaræðið í váða, tí møguleikarnir hjá Bretlandi at taka avgerðir um innanhýsis viðurskifti eru skerdir burtur í lítið og einki.

- At ES hevur so nógv vald elvir til eitt stórt fólkaræðiligt tómrúm, sigur Boris Johnson. Yvette Cooper úr Labour-flokkinum var skjót at svara aftur.

Obama lagt seg útí kjakið

Yvette Cooper legði Boris Johnson undir at misnýta tey daprastu tíðarskeiðini í europeiskari søgu at tekna ræðumyndir við. Hon vísir á, at friður hevur valdað í Evropa síðan ES varð sett á stovn beint eftir seinna heimskríggj.

Meiningakanningar vísa, at tað stendur á jøvnum millum tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti bretskum ES-limaskapi.

Í seinastuni hava fleiri týðandi persónar heitt á bretar um ikki at fara úr ES, teirra millum amerikanski forsetin Barack Obama og bretski tjóðbankastjórin Mark Carney.

SÍ EISINI Bretland fær eina neyðbremsu

Báðir vilja vera við, at ES-limaskapur hevur við sær stórar politiskar, handilsligar og fíggjarligar fyrimunir fyri Bretland. Bretska stjórnin dregur ikki eina línu í spurninginum um ES-limaskap.

David Cameron, forsætisráðharri, er fyri ES-limaskapi, men fleiri aðrir ráðharrar í stjórn hansara heita á fólk um at atkvøða ímóti ES-limaskapi. Bretland hevur næststørsta búskap í Evropa. Bara týski búskapurin er størri.

Við 65 milliónum íbúgvum er Bretland triðfólkaríkasta land í Evropa, beint aftan fyri Frakland og so Týskland. Tí kann tað elva til stórar rembingar í øllum Evropa, gera bretar av at fara úr ES.

Kann fáa avleiðingar fyri Føroyar

Atkvøða bretar fyri at fara úr ES, kann tað eisini fáa avleiðingar fyri Føroyar, tí tá noyðast Føroyar møguliga at fáa í lag nýggja fiskiveiðiavtalu og nýggjan handilssáttmála við Bretland.

Sum er hoyra bæði fiskiveiði- og útflutningsviðurskiftini millum Føroyar og Bretland inn undir viðurskiftini millum Føroyar og ES.

Fólkaatkvøðan um bretskan ES-limskap verður 23. juni, og Kringvarpið fer at gera nógv burturúr. Millum annað verða tíðinda- og myndafólk send til London ta vikuna, fólkaatkvøðan er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519