Strandferðslan flutti 1,2 milliónir fólk

Strandferðslan flutti 1,2 milliónir fólk
 
18.06.2016 - 09:52

Strandferðslan flutti tilsamans 1,2 milliónir fólk í fjør. Sløk 700.000 ferðaðust við strandfaraskipunum og 500.000 við bussunum hjá Bygdaleiðum. 

Nýggja blaðið, sum Strandferðslan er farin at geva út, Fólk á ferð, skrivar, at størsta sjóvegis farleiðin er Suðuroyarleiðin. 223 fólk ferðaðust við Smyrli í fjør.

Næststørsta farleiðin er Sandoyarleiðin. Umleið 180.000 fólk ferðaðust um Skopunarfjørð í 2015. 

Á Nólsoyarleiðini vóru 87.600 fólk, á Kalsoyarleiðini 48.700, á Svínoyarleiðini 12.000, og Sildberin flutti 4.650 fólk á Skúvaroyarleiðini í fjør.

Flestu ferðafólkini, sum koyra við Bygdaleiðum, fara við bussunum á farleiðini millum Havnina og Klaksvík, góð 143.000 fólk.

Næststørsta leiðin er flogvallarleiðin, 86.428.

Í fjør kostaði Strandferðslan 133 milliónir krónur netto at reka. Útreiðslurnar vóru 197 milliónir, og inntøkurnar vóru 64 milliónir kr.

Hóast játtanin á fíggjarlógini var nakað minni, enn stovnurin bað um, helt játtanin kortini. Umframt rakstrarjáttanina vóru sjey milliónir kr. nýttar til íløgur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541