Skúlabussur í ferðsluóhappi

Skúlabussur í ferðsluóhappi
Ein útferð til Svínoyar hjá einum fimtaflokki í Skúlanum á Fløtum í Havn, endaði í morgun brádliga við oljutangarnar á Grótrætt í Klaksvík
Mynd: Loftmynd: Google Earth  
 
20.06.2016 - 15:09

Bussurin, sum børnini vóru við, rendi saman við ein bil hjá Klaksvíkar kommunu. Tað var stutt fyri klokkan 9 í morgun, at løgreglan fekk boð um óhappið, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

Tað var bussførarin sum sjálvur ringdi til løgregluna og boðaði frá óhappinum. Løgreglan fór á staðið, og staðfesti, at talan var um ein samsnstoyt ímillum bussin og bilin hjá kommununi.

Børnini skelkað av hendingini

Eingin hevði fingið skaða av samanstoytinum, men stoyturin var somikið harður, at onkur børn vórðu slogd fram í bussin, og rúturin brotnaði.

Nøkur av børnunum vóru skelkað av hendingini, og lærararnir gjørdu alt fyri eitt av, at avlýsa túrin, og at boða foreldrunum frá tí ið var hent.

Karl Johansen sigur, at børnini og lærararnir vórðu flutt á politistøðina í Klaksvík, har tey vóru, til tey fóru aftur til Havnar. Flestu foreldrini komu eftir børnunum

Helst eitt hendiligt óhapp

Millum klokkan 11 og 11:30 vóru øll farin aftur til Havnar. Í Havn tóku Strandferðslan og Skúlin á Fløtum ímóti børnunum, og har fingu tey hjálp.

Karl Johansen sigur, at bilurin hjá kommununi koyrdi út fyri bussin hjá Strandferðsluni, og hann hevði ongan møguleika at steðga. Talan var um óansni, og eitt hendiligt óhapp.

Løgreglan hevur gjørt eina frágreiðing um hendingina, sum verður latin fútanum, sum síðani tekur avgerð um, hvat skal henda í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329