Umrøða nýggja fólkaatkvøðu um loysing

Umrøða nýggja fólkaatkvøðu um loysing
Ein nýggj fólkaatkvøða um loysing frá Bretland var millum málini til viðgerar, tá skotska stjórnin hevði kreppufund fyrrapartin.
 
25.06.2016 - 14:02

Tað váttar skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, fyri BBC.

- Vit eru vorðin samd um at samráðast við ES-myndugleikar og ES-limalondini beinanvegin um møguleikarnar fyri at verja skotsku støðuni í ES, segði Nicola Sturgeon eftir fundin. Kreppufundurin kom í lag, eftir at meirilutin av

bretum atkvøddi fyri at melda seg úr evropasamveldinum, hóast næstan tveir triðingar av skotum atkvøddu fyri at varðveita limaskapin.

Skotski forsætisráðharrin sigur, at skotska sjálvstýrið nú er byrjað at fyrireika eina nýggja fólkaatkvøðu um at loysa frá restini av Bretlandi.

Fyri tveimum árum síðani atkvøddu 55 prosent av skotum ímóti loysing.

Í gjárkvøldið mótmæltu hundraðtals ES-viðhaldsfólk í bæði Glasgow og í Edinburg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659