30 dagar í fongsul fyri hasjsmugling

30 dagar í fongsul fyri hasjsmugling
Ein 26 ára gamal maður, sum seinnapartin varð dømdur í Føroya Rætti fyri hasjsmugling, lovaði bót og bata, tá hann fekk dómin
 
07.07.2016 - 16:14

Ein 26 ára gamal maður skal 30 dagar í fongsul fyri at hava roynt at smugla inn til Føroya 126,9 gram av hasji.

Í rættinum seinnapartin kom fram, at maðurin keypti hasjið á Christiania á Amager. Mikudagin kom hann til Føroya við hasjinum, sum hann hevði fjalt innvortis.

SÍ EISINI Varðhaldsfongslaður fyri afturlatnum hurðum

Maðurin varð kannaður í tollinum í Vágum, og varð síðani handtikin. Ákæruvaldið kravdi unga mannin dømdan treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla inn hasj, og fyri at hava ætlanir um at lata øðrum hasj.

Ungi maðurin játtaði seg sekan í at hava smuglað, men segði, at hann hevði ongar ætlanir um at selja tað.

Lovaði at taka sær betri partar fyri

- Tað, sum eg ikki brúki sjálvur, bjóði eg øðrum, tá vit eitt nú eru í morgunballi. Tá plaga øll at fáa burturav tí, sum vit hava, segði 26 ára gamli maðurin í rættinum.

Maðurin segði eisini í rættinum, at slapp hann undan treytaleysu fongsulsrevsingini, skuldi hann ongantíð gera hetta aftur.

Dómarin lurtaði, men dømdi mannin 30 daga fongsul, og mælti unga manninum til kortini at halda lyftið, um ikki at gera tað aftur. Maðurin góðtók dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302