Mallorka ynskir ikki øll ferðafólkini

Mallorka ynskir ikki øll ferðafólkini
Vaksandi ferðavinnan á Mallorka er ein trupulleiki fyri fólk á oynni, sum nú kenna seg trýst burtur av nógvu ferðafólkunum
Ferðavinnan á Mallorka fer í ár helst seta nýtt met. Óttin fyri yvirgangi í eitt nú Norðurafrika og Turkalandi er ein av orsøkunum til vøksturin
 
07.07.2016 - 10:50

"Ferðafólk, farið heim. Flóttafólk vælkomin," stendur skrivað á húsaveggjum í Palma, høvuðsstaðnum í Mallorka, skrivar tíðindastovan, AFP.

Ferðavinnan á Mallorka fer í ár at seta nýtt met. Tá árið er runnið, hava væntandi fleiri enn 10 milliónir ferðafólk vitjað oynna, verður mett.

Men, tað fellur ikki í góða jørð hjá øllum íbúgvum á Mallorka, at vøksturin í ferðavinnuni seinastu seks árini hevur verið 70 prosent.

Ikki ráð til íbúðir

Vøksturin í ferðavinnuni fær nú fólk á oynni at tala at. Tey kenna seg trýst burtur av teimum nógvu ferðafólkunum, sum vitja oynna.

Húsaprísirnir eru trýstir upp, tað er torført at finna parkeringspláss og siðbundna lívið á feriuoynni verður órógvað, sigur ein minnilutabólkur, ið mótmælir.

Í gamla býarpartinum í høvuðsstaðnum, Palma, kosta íbúðir nú so nógv, at lokal fólk ikki hava ráð at keypa. Útlendingar keypa nú 40 prosent av øllum íbúðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659