Háðaðu forsætisráðharran í minningarhaldi

Háðaðu forsætisráðharran í minningarhaldi
Fólk róptu háðandi eftir Manuel Valls, forsætisráðharranum í Fraklandi, tá minningarhald var í Nice um middagsleitið
Fólk róptu millum annað »drápsmaður« eftir franska forsætisráðharranum, tá túsundtals fólk í Nice vóru komin saman til minngarhald um middagsleitið í dag
Mynd: AP  
 
18.07.2016 - 15:51

Fólk róptu háðandi eftir Manuel Valls, forsætisráðharra, eftir, at tøgn hevði verið í ein minutt um middagsleitið at minnast tey deyðu í yvirgangsatsókni hóskvøldið.

- »Legg frá tær, Manuel Valls« og »drápsmaður« róptu fólk millum annað, tá túsundtals fólk vóru komin saman at minnast fólkini, sum doyðu í álopinum.

Bæði undan og eftir minningarhaldið róptu fólk háðandi eftir Manuel Valls, tveimum ráðharrum og embætisfólkum hjá forsætisráðharranum sambært fronsku tíðindastovuni, AFP.

Finnast at stjórnini

Nicolas Sarkozy, fyrrverandi forseti, er ein av teimum, sum hevur hartað stjórnina eftir álopið. Øll fyrilit, sum áttu at verðið tikin, vórðu ikki framd, sigur hann.

- Vit eru í kríggi. Tað er annaðhvørt tey ella vit, sigur Nicolas Sarkozy í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini í suðurfranska býnum, Nice, hóskvøldið.

Ein 31 ára gamal maður koyrdi inn í fleiri mannamúgvur, ið hátíðarhildu franska tjóðardagin í Nice hóskvøldið. 84 fólk lótu lív, 18 eru framvegis í lívsvanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659