Fátæku londini bera byrðuna

Fátæku londini bera byrðuna
Seks tey ríkastu londini í heiminum hava bara veitt níggju prosentum av flóttafólkum friðskjól
Tað eru serliga tey fátæku londini, sum hava tikið ímóti flóttafólkum, ið eru rikin heimanifrá, vísir nýggj frágreiðing hjá fleirtjóða samstarvinum Oxfam, ið samstarvar við 18 felagsskapir í fleiri enn 90 londum
 
18.07.2016 - 09:39

Ófriður kring heimin hevur rikið fleiri milliónir fólk frá húsi og heimi í heimlandi teirra, men bara ein lítil partur av flóttafólkunum hava funnið skjól í heimsins ríkastu londum.

Tað vísir frágreiðing frá Oxfam-felagsskapinum í dag. Sambært nýggjastu tølunum búgva minni enn níggju prosent av heimsins flóttafólkum í einum at teimum seks størstu búskapunum, USA, Kina, Japan, Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi.

Tað svarar til 2,1 millión flóttafólk. Seks tey ríkastu londini standa til samans fyri 60 prosentum av allari heimsins bruttotjóðarúrtøku, men tað eru tey fátæku londini, sum bera størstu byrðuna.

SÍ EISINI Munandi færri umsóknir um friðskjól

Tað er niðurstøðan hjá Oxfam sambært blaðnum The Guardian. Slakar 12 milliónir fólk, umleið helmingurin av flóttafólkunum í heiminum, hava søkt sær skjól í Jordan, Turkalandi, palestinsku sjálvstýrandi økjunum, Pakistan, Libanon og Suðurafrika.

Til samans standa hesi lond fyri minni enn tveimum prosentum av heimsbúskapinum, og tað fær Mark Goldring, stjóra í bretsku deildina hjá Oxfam, at finnast at støðuni.

- Tað er ein av størstu avbjóðingunum í okkara tíð, og kortini eru tað fátæku londini og fátækari fólk, sum taka hesa ábyrgd á seg, sigur Mark Goldring við The Guardian.

Bretland skarar fram úr - í botninum

- Støðan er fløkt og krevur samskipað og altjóða átøk, har tey ríkastu londini taka sín part av ábyrgdini og taka ímóti fleiri flóttafólkum og gera meira fyri at hjálpa og verja tey, har tey eru, sigur hann.

Millum ríkastu tjóðirnar tekur Týskland greitt størstu byrðuna, vísir kanningin. Umleið triðingurin av teimum til samans 2,1 millión flóttafólkum halda til í Týsklandi. Bretland hevur bara tikið í móti 170.000 flóttafólkum.

- Tað er skammiligt, at Bretland, ein av heimsins størstu búskapum, bara hevur givið minni enn einum prosenti av flóttafólkunum í heiminum skjól, sigur Mark Goldring hjá Oxfam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477