ST: Skelkandi at dómarar fáa fótin

ST: Skelkandi at dómarar fáa fótin
Hópuppsagnirnar av dómarum í Turkalandi boða ikki frá góðum, sigur leiðarin fyri mannarættindastovnin hjá ST
Túsundtals fólk mótmæla uttan fyri parlamentið í Turkalandi eftir miseydnaðu kvettroyndina fríggjadagin. ST mótmælir nú, at boð eru givin um at taka 2.745 dómarar og ákærar kring alt Turkaland
Mynd: AP  
 
19.07.2016 - 16:11

Dómarar, sum skulu taka avgerðir, eiga at sleppa at arbeiða uttan hóttanir av nøkrum slag, leggur leiðarin fyri mannarættindastovnin dent á, skrivar tíðindastovan Reuters.

Zeid Ra´ad al-Hussein mælir samstundis til, at umboð fyri ST, ella onkran annan stovn, fáa atgongd til fangahúsini, har fleiri túsund fólk nú sita.

Tað sama er galdandi fyri verjar hjá teimum fongslaðu og næstringar teirra. Turkiski forsætisráðharrin, Binali Yildrim, upplýsti í gjár, at tá vóru 7.543 fólk tikin og fongslað, eftir kvettroyndina fríggjakvøldið.

Millum tey fongslaðu vóru 6.000 hermenn, 100 løgreglufólk, 755 dómarar og ákærar og 650 sivilfólk. Boð eru givin um at taka 2.745 dómarar og ákærar kring alt Turkaland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762