- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndaruppboðssølan vekir ans í Íslandi
Sjálvur segði Jón Gunnarsson fyri góðum tveimum vikum síðani, at uppboðssøla er ein gongd leið.
Hann skeyt tá upp, at í staðin fyri at krevja veiðigjald frá reiðarum, eigur partur av kvotuni at verða tikin frá teimum og seldur á almennum uppboði.
Nú uppboðssølur hava verið í Føroyum, er hann vorðin uppaftur sannførdari um, at uppboðssøla er rætta leiðin at fara.
Royndin riggaði væl í Føroyum
Politikarar og frøðingar í Íslandi, sum hava sagt sína hugsan um føroysku uppboðssøluna, siga, at hon eydnaðist sera væl, bæði landskassin og reiðarar fáa vinning burturúr.
Og føroyski landskassin fær nógv meira fyri fiskin enn íslendski statskassin fær.
Þórólfur Matthíasson, búskaparfrøðingur, sigur við RÚV, at íslendingar eiga at læra av føroysku royndunum.
Hann sigur, at tær fara ikki bara at síggast aftur í føroysku fiskivinnuskipanini, men eisini í hinum londunum í Norðuratlantshavi.
Í síðstu viku segði íslendski støddfrøðingurin, Þorkell Helgason, við RÚV, at føroyingar fáa nógvar ferðir meira fyri sítt tilfeingi enn íslendingar fáa.
Hann segði, at endamálið við uppboðssølu er ikki bara at fáa pengar fyri fiskin.
Talan er eisini um geva øllum sama møguleika at fiska, teimum, sum eru nýggj í vinnuni, og teimum, sum hava altíð hava verið har eru javnsett.
Þorkell Helgason heldur, at uppboðssøla ger, at fólk í vinnuni verða meira samd og politisku inntrivini verða færri.
Fiskivinnan á sjónum verður meira støðug, stabil, og tí eiga reiðarar at fagna, segði Þorkell Helgason.
Þorkell Helgason gjørdi í 2012 sjálvur annar eina frágreiðing um fiskivinnustýring. Í henni varð uppboð nevnt sum ein møguleiki.
Men politikararnir gjørdu einki við tað tá.
Nú føroyingar hava roynt seg við uppboðssølu, mælir formaðurin í vinnunevndini í altinginum til at gera tað sama í Íslandi.