Býur mest sum lagdur í oyði

Býur mest sum lagdur í oyði
Ein jarðskjálvti miðskeiðis í Italia í nátt hevur næstan oytt ein heilan bý. Myndugleikarnir stúra fyri, at nógv fólk liggja undir húsatoftunum
Italski býurin, Amatrice, miðskeiðis í landinum, har jarðskjálvti var í nátt, er mest sum lagdur í oyði
Mynd: AP  
 
24.08.2016 - 10:03

Minst 18 fólk eru higartil funnin deyð eftir ein jarðskjálvta miðskeiðis í Italia í nátt. Jarðskjálvtin varð máldur til 6,2 á Richter-stiganum, upplýsa myndugleikarnir.

- Býurin er ikki longur her, sigur borgarstjórin í býnum Amatrice, ið er ein av harðast raktu býunum eftir jarðskjálvtan sambært BBC.

Trupult er hjá myndugleikunum at fáa fult yvirlit yvir støðuna í løtuni, tí nógv hús og bygningar eru rapað, og fólk liggja undir leivdunum.

Óvist hvussu nógv eru deyð

Talið á deyðum veksur støðugt eftir jarðskjálvtan. Í løtuni er ógreitt, hvussu nógv fólk eru deyð, siga myndugleikarnir.

Í løtuni eru eini 100 fólk ikki aftur í aftur komin eftir jarðskjálvtan í nátt sambært fyrstu fráboðanunum, skriva italsk bløð.

Jarðskjálvtin í Italia er tann ógvusligasti í landinum síðani 2009. Tá doyðu meira enn 300 fólk í jarðskjálvta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233