Vilja verða í kendum umhvørvi

Vilja verða í kendum umhvørvi
Fólk vilja virka har, sum tey búgva, og tey ungu eiga ikki at flyta. Tað er støðan í øllum londunum í Útnorðri
 
25.08.2016 - 08:24

Nordregio, sum er granskingarstovnur hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, hevur kannað, hvat krevst fyri at menna økini í Arktis. Niðurstøðan er, at fyritreytin fyri góðum og sunnum búskapi er, at fólkið er virkið.

- Fólki dámar væl at virka og eiga í egnum umhvørvi, og tey vilja eisini ávirka sína egnu framtíð, sigur Rasmus Ole Rasmussen, granskari hjá Nordregio.

Vinnulívið má vera smidligt

Øll londini í Útnorðuri hava tað felags, at fyri at tryggja menning, er neyðugt, at fólkið á staðnum vil gera sítt í nærsamfelagnum, og at tey ungu ikki flyta haðani.

Harafturat er umráðandi, at vinnulívið dugir at leggja um og broyta, um tað krevst. Nú verða viðmæli gjørd burtur úr kanningini, og politikarar í Útnorðri fáa viðmælini í heyst, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tíðliga næsta ár hevur Útnorðurráðið ráðstevnu í Føroyum um dreingirnar, sum ikki klára seg so væl í skúlanum og heldur ikki fara undir hægri útbúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659