Zikavirus staðfest í Singapore

Zikavirus staðfest í Singapore
Myndugleikarnir í Singapore vita ikki, hví 41 fólk í landinum hava fingið virusið. Tey flestu eru á sama arbeiðsplássi
Til samans 41 fólk í Singapore hava fingið zikavirus. Myndugleikarnir í landinum vita ikki, hvaðani virus er komið
Mynd: AP  
 
28.08.2016 - 16:39

Til samans 41 fólk eru smittað við zikavirusi, upplýsir heilsumálaráðið í Singapore. Sambært myndugleikunum har vita tey ikki, at nakar av teimum smittaðu hevur verið í londum, sum eru rakt av zikavirusi.

36 av teimum 41 smittaðu arbeiða á sama arbeiðsplássi, einum byggiplássi í býnum Aljunied í Singapore. Til samans 124 fólk eru kannað fyri zikavirus í Singapore, 118 arbeiða á byggiplássinum.

Fyrsti tilburðurin av zikavirusi í Singapore varð skrásettur í gjár. Zikavirusið er serliga vandamikið fyri kvinnur, sum eru við barn, tí tað kann skaða barnið.

Fyrstu tilburðirnir av virusinum, sum vit kenna tað í dag, vóru í Brasil fyri einum ári síðan. Seinni hevur tað breitt seg til Suðuramerika og Florida í USA og nú eisini til Singapore, skriva fleiri útlendskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659