Trygdin var ikki í lagi: 15.000 í bót

Trygdin var ikki í lagi: 15.000 í bót
Dómur er fallin í málinum millum Arbeiðseftirlitið og Búsetur í einum máli, tá ein maður datt av tekjuni á einum virki í Havn í 2014
 
06.09.2016 - 08:00

Búsetur er dømt at rinda 15.000 krónur í bót fyri brot á arbeiðs- og umhvørvislóggávuna, tá ið eitt starvsfólk hjá Búsetri, Súni úr Hørg, datt gjøgnum hol í eini tekju í marts í 2014.

Fallið var 10 metrar, og tað stóð um lív hjá Súna úr Hørg. Hann yvirlivdi, men fekk álvarsligt mein. Millum annað misti hann 95 prosent av sjónini.

Tað vóru tvær kunngerðir, sum Búsetur ikki hevði yvirhildið: "kunngerð um skipan av byggiplássi" og "kunngerð um útinnan av arbeiði."

SÍ EISINI Góðtaka ikki sektaruppskot

Leivur Persson, leiðari á arbeiðseftirlitinum, sigur, at Arbeiðseftirlitið fyrst mælti fútanum til at gera eitt sektaruppskot um, at Búsetur skuldi rinda 20.000 krónur í bót.

Við dóminum í dag lækkaði bótin úr 20.000 niður í 15.000 krónur, tí mett varð, at Búsetur hevði "víst vilja til at skipa arbeiðið á fullgóðan hátt."

Súni úr Hørg varð settur í fast starv sum timburmaður hjá Búsetri í apríl í ár. Eitt annað mál um endurgjald til Súna úr Hørg er til viðgerðar hjá Vanlukkutryggingarráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595