- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tryggur valsigur til Putin
Tað vísa metingar frá valstøðunum. Tað hevur fingið høgruhond hjá Putin, Dmitrij Medvedev, at skýra flokkin sigurharra á valinum. Tað sigur hann í talu til limirnar í flokkinum.
Hann væntar, at Sameint Russland fer at fáa avgjørdan meiriluta í tjóðartinginum. Tað er ikki óvæntað, at Sameint Russland fer at gerast størsti flokkur.
Putin fegnast um úrslitið
Á seinasta tjóðartingsvali fyri fimm árum síðani fekk flokkurin 49 prosent av atkvøðunum. Boðað verður tó frá lakari vallutøku sunnudagin. Vladimir Putin fegnast um úrslitið.
Hann segði í talu í gjárkvøldið, at veljarin hevur valt Sameint Russland, hóast tíðirnar eru trupular. Støðan er ikki løtt, og tað merkir fólkið. Tey ynskja og vóna, at politiska støðan verður stabil aftur, segði Putin.
Næststørsti flokkur, sambært metingum á valstøðunum, verður Liberaldemokratiski flokkurin. Ein nationalistiskur flokkur, sum fer at fáa um 15,3 prosent av atkvøðunum.
Alt gekk ikki eftir bókini
Hinvegin fáa fleiri flokkar, sum eru í andstøðu móti Vladimir Putin, ikki nóg mikið av atkvøðum til at tryggja sær sess í tjóðartinginum.
Sperrimarkið er fimm prosent. Valnevndin hevur góðkent valið, samstundis sum sjónbandaupptøkur frá valhølum, har valsvik verður framt, eru at síggja á netinum.
Valnevndin viðgongur, at alt hevur ikki gingið eftir bókini. Valið er ikki heilt sterilt, sigur forkvinnan fyri valnevndini, Ella Pamfilova, men hon sær onga orsøk til at ógilda úrslitið.