Umfatandi átøk mugu setast í verk

Umfatandi átøk mugu setast í verk
Størri altjóða átøk og íløgur mugu gerast í stríðið móti tuberklum, sigur WHO, nú fleiri fólk doyggja av tuberklum enn HIV og malaria til samans
Tuberklar drepa nú fleiri fólk enn bæði HIV og malaria til samans, staðfestir nýggj frágreiðing hjá WHO. Á myndini eitt barn í Thailandi í viðgerð fyri malaria
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
18.10.2016 - 06:32

Størri altjóða átøk og íløgur mugu gerast í stríðið móti tuberklum, sigur heimsheilsustovnurin hjá ST, WHO.

Í árligu tuberklafrágreiðing síni skrivar heimsheilsustovnurin hjá ST, WHO, at øll limalondini í 2014 bundu seg til málið um at minka tuberklatilburðirnar við 80 prosentum, og at minka deyðstilburðirnar av tuberklum við 90 prosentum fyri 2030.

Men gongdin vísir, at størri átøk og íløgur mugu til, um hesi mál skulu røkkast, sigur Margareth Chan frá WHO sambært medscape.com.

Millum 10 tær deyðiligastu sjúkurnar

- Umfatandi átøk mugu gerast, annars fara lond framhaldandi at lúta fyri hesi farssóttini, og vit fara ikki at røkka settu málunum, sigur Margareth Chan frá WHO. Í 2015 vóru umleið 10,4 milliónir nýggir tilburðir av tuberklum í heiminum.

60 prosent av nýggju tilburðunum vórðu staðfest í seks londum: Í India, Indonesia, Kina, Nigeria, Pakistan og Suðurafrika. Mett verður, at 1,8 milliónir fólk doyðu av tuberklum í 2015.

Hóast 22 prosent færri doyðu av tuberklum í fjør enn í 2000, so eru tuberklar enn á listanum yvir 10 tær deyðiligastu sjúkurnar í heiminum, tí fleiri doyggja av tuberklum enn av malaria og HIV til samans, sigur WHO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610