Kanna nú arbeiðsóhapp

Kanna nú arbeiðsóhapp
Sjóvinnustýrið kannar í løtuni arbeiðsóhappið, sum mánadagin var umborð á trolaranum Topas, tá ein maður varð kleimdur
Sjóvinnustýrið kannar nú, hví ein av manningini á Topas kleimdist millum vektina og lúnningina mánadagin. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
28.10.2016 - 13:22

Topas var staddur 40 fjórðingar suður úr Suðuroynni, tá óhappið hendi. Ein av manningini kleimdist millum vektina og lúnningina. 

Sambært reiðaranum á Topas, Hans Andrias Kelduberg, hevur maðurin einki brotið, men hann fekk stóran skaða innvortis.

Flogin til lands

Neyðugt var at flyta mannin á Landssjúkrahúsið, og har varð hann lagdur undir skurð. 

Boð vórðu send eftir tyrluni, og ein tíma og 50 minuttir seinni var maðurin á Landssjúkrahúsinum, sigur Hans Andrias Kelduberg.

Hann fegnast um, at so skjótt var borið at við tyrluni, tí tað hevði tikið Topasi sjey-átta tímar at siglt inn á Havnina við manninum. 

Allar kanningar ikki lidnar

Topas siglur undir føroyskum flaggi. Reiðaríið hevur skrivað frágreiðing um hendingina, og Sjóvinnustýrið hevur verið umborð og kannað óhappið.

Sjóvinnustýrið krevur nakrar broytingar umborð á skipinum fyri at fyribyrgja at slíkt hendir aftur, sigur Sjóvinnustýrið, og Hans Andrias Kelduberg, stjóri, váttar tað. 

Sjóvinnustýrið vil einki siga um málið, tí tey eru ikki liðug vil allar kanningar enn. Topas fer væntandi til fiskiskap aftur í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329