Suðuroyar Sjúkrahús fær eykajáttan

Suðuroyar Sjúkrahús fær eykajáttan
Suðuroyar Sjúkrahús fær 800.000 krónur í eykajáttan. Fíggjarnevndin broytti støðu millum aðru og triðju viðgerð
 
29.10.2016 - 10:29

Uppprunaliga varð søkt um 100.000d krónur til Suðuroyar Sjúkrahús. Seinni gjørdi leiðslan á sjúkrahúsinum vart við, at tørvur var á 700.000, krónum afturat. 

Fíggjarnevndin vildi kortini ikki lata meira enn 100.000 krónur, og hetta var eisini støðan, tá málið var til aðru viðgerð í løgtinginum. 

Men brádliga skifti fíggjarnevndin hugsan. Tá triðja viðgerð var í tinginum í gjár, mælti meirlutin í nevndini til, at Suðuroyar Sjúkrahús fekk 700.000 krónur í eykajáttan, umframt tær 100.000, ið biðið varð um av fyrstan tíð. 

Meira lønarútreiðslur

Í frágreiðing til fíggjarnevndina og landsstýriskvinnuna í heilsumálum, sigur sjúkrahústjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at so verður talan um eina samlaða meirnýtslu fyri 2016 uppá til samans kr. 700.000,- umframt tær 100.000,- ið eru til at styrkja sjúkraflutningstænastuna.

Sambært sjúkrahússtjóranum eru serligar lønarútreiðsur, millum annað tí at avloysarir eru settir fyri starvsfólk í farloyvi, at tað hava verið fleiri tilkall og sjúkraflutningur til Havnar, broytt vaktarsamsýning og aðrar serligar umstøður, ið hava gjørt, at lønarkostnaðurin hevur verið hægri enn væntað.

Eisini hava serligar serligar útreiðslur verið til neyðugt viðlíkahald, umframt annað, sambært sjúkrahússtjóranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542