Trump og Løkke tosaðu um verjutrygd

Trump og Løkke tosaðu um verjutrygd
Donald Trump, komandi forseti í USA, hevur síðstu dagarnar tosað við 29 stjórnarleiðarar. Í gjár tosaði hann við danska forsætisráðharran
Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, tosaði mikudagin við Donald Trump, ið verður tikin í eið sum forseti í USA í januar
 
17.11.2016 - 08:49

Donald Trump, sum verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í januar, og nýggi varaforsetin, Mike Pence, hava tosað við 29 útlendskar leiðarar síðani forsetavalið.

Millum leiðararnar, sum Donald Trump hevur tosað við, er danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.

SÍ EISINI NATO-aðalskrivarin: Trump fer at halda skyldurnar

- Prátið var vinaligt, og eg segði, at Danmark er sameindi hjá USA, og hevur verið tað í áratíggju, sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri.

Starvstoymið hjá nýggja forsetanum hevur kunngjørt ein lista við nøvnunum á ríkis- og stjórnarleiðarunum, sum 70 ára gamli Donald Trump og Mike Pence hava tosað við.

Tosaðu í 10 minuttir

Umframt russiska forsetan, Putin, og kinesiska forsetan, Jinping, hevur Donald Trump tosað við týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, og franska forsetan, Francois Hollande.

Lars Løkke Rasmussen tosaði seinnapartin í gjár í telefon við nýggja amerikanska forsetan í 10 minuttir. 

- Vit standa øksl móti øksl við amerikansku vinum okkara í stríðnum fyri at fáa ein tryggari heim, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744