Keyparar skulu vita hvat teir fáa

Keyparar skulu vita hvat teir fáa
Televeitarar í Føroyum skulu ikki lýsa við ógvuliga skjótari ferð ella 4G-ferð, uttan samstundis at greiða frá, hvør ferðin er, sigur Brúkaraumboðið
Í marknaðarføringini er avgerandi, at televeitarar lýsa nágreiniliga við internetferðini, kundin kann vænta, sigur Brúkaraumboðið í nýggjari vegleiðing
 
23.11.2016 - 09:50

Tey, sum selja internet saman við fartelefonhaldi í Føroyum, eiga ikki at gera ov nógv av í lýsingum. Tað sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið helt tað vera neyðugt at gera eina vegleiðing um marknaðarføringina av dátupakkum og internetferð.

Minni ferð eisini upplýsast

Tað er ikki í lagi at lýsa við ógvuliga skjótari ferð ella 4G-ferð, uttan samstundis at greiða frá, hvør ferðin er.

Í lýsingum og marknaðarføring annars er loyvt at skriva "upp til" eina ávísa ferð, men kortini skal "upp til" ferðin vera tann, sum brúkarin vanliga kann vænta sær, sigur Brúkaraumboðið.

Er ferðin minni onkra staðni í landinum, skal tað eisini upplýsast. Eisini eigur televeitarin at tilskila, um ávís ferð bara er galdandi fyri ávís hald ella telefonsløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858