Stígur komin í samráðingar

Stígur komin í samráðingar
Samráðingar um at skipa nýggja stjórn í Íslandi eftir altingsvalið 29. oktober eru aftur sltinaðar. Ætlanin var at skipa eina minnilutastjórn
Altingsval var í Íslandi 29. oktober. Tað er enn ikki eydnast at skipa nýggja stjórn eftir valið
 
24.11.2016 - 08:39

Í gjár gavst forkvinnan í Vinstra-grøna flokkinum, Katrin Jakobsdóttir, við royndum sínum at skipa stjórn, og forsetin er kunnaður um støðuna.

Ætlanin var at skipa eina minnilutastjórn saman við nýggja flokkinum Viðreisn, sum skuldi fáa stuðul frá Samfylkingini, Piratunum og Bjartari framtíð.

SÍ EISINI Fimm flokkar samráðast í Íslandi

Vinstru-grønu ætla at hækka skattin til tess at fíggja vælferðina og útbúgvingarmál í Íslandi, men Reuters skrivar, at tað hevur ikki eydnast flokkinum at fáa undirtøku fyri hesum kravi í hinum flokkunum.

- Tað er greitt, at allir flokkar eru ikki sannførdir um at halda fram við samráðingunum. Tí havi eg gjørt av at gevast, sigur Katrin Jakobsdóttir, sambært AFP-tíðindastovuni.

Óvist hvat nú fer at henda

- Eg haldi ikki, at grundarlag er fyri at taka samráðingarnar uppaftur, sigur Katrin Jakobsdóttir, ið hevur kunnað forsetan um støðuna, men í løtuni er ikki greitt, hvussu leikur fer. 

Áðrenn forkvinnuni í Vinstra-grøna flokkinum varð litið upp í hendur at skipa stjórn, royndi Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, seg sum samráðingarleiðara.

Men noyddist eisini at geva skarvin yvir, tí flokkarnir, hann samráddist við, vóru ósamdir millum annað um fiskivinnupolitikkin og viðurskiftini mótvegis ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659