Rættartrygdin í vanda

Rættartrygdin í vanda
Fólk í Grønlandi kunnu ikki vera vís í at fáa rættvísa rættargongd. Tað er niðurstøðan í frágreiðing, sum kemur í dag
Rættartrygdin í Grønlandi er ikki í lagi, og borgarar kunnu ikki vera vísir í at fáa rættvísa rættargongd er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing
 
28.11.2016 - 14:18

Rættartrygdin í Grønlandi er ikki í lagi, og borgarar kunnu ikki vera vísir í at fáa rættvísa rættargongd.

Hetta er niðurstøðan í frágreiðing frá Advokatráðnum, sum verður almannakunngjørd í dag, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Arbeiðsbólkur undir Advokatráðnum er komin við fleiri tilmælum um, hvussu rættarskipanin í Grønlandi eigur at verða bøtt.

Verjar skulu førleikamennast

Atfinningar eru millum annað um, at fakligu førleikarnir hjá góðkendu verjunum ikki eru nóg hollir til at kunna javnvigast upp móti ákæruvaldinum, ið sum oftast er umboðað av løgfrøðingum.

- Hendan slagsíðan ger, at tað er ivasamt, um grønlendska kriminalprosessin lýkur mannarættindaligu krøvini um munadygga verju, skrivar arbeiðsbólkurin í frágreiðingini.

Tey mæla til, at førleikarnir hjá verjunum verða bøttir, og at arbeiðið sum verji ikki longur skal vera hjástarv, men fulltíðarstarv, um møguligt.

Sjálvstýrisavtalan skal fylgjast

Grønland er býtt upp í fýra rættarøki. Advokatráðið mælir til, at tey verða løgd saman í eitt fyri at styrkja fakligu førleikarnar hjá rættunum, sum so aftur fer at bøta um úrskurðirnar hjá rættunum.

Sara Olsvig, landsstýriskvinna í rættamálum, skal eftir ætlan á fund við danska løgmálaráðharran fyrst í desember, skrivar grønlendska kringvarpið.

Hon sigur við danska blaðið, Politiken, at hon vil hava, at støðan á rættarøkinum í Grønlandi verður bøtt, soleiðis sum tað eisini stendur í sjálvstýrisavtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155