Metnógv flóttafólk um havið

Metnógv flóttafólk um havið
Higartil í ár eru fleiri enn 171.000 flóttafólk og tilflytarar komin til Italia. 4.700 fólk hava í ár mist lívið í Miðjarðarhavinum
Talið á flóttafólkum og tilflytarum, sum eru komin um Miðjarðarhavið úr Norðurafrika til Italia, hevur aftur sett met, upplýsa myndugleikar
 
29.11.2016 - 16:35

Talið á flóttafólkum og tilflytarum, sum eru komin um Miðjarðarhavið úr Norðurafrika til Italia, hevur aftur sett met.

Italska innanríkisráðið upplýsir, at higartil í ár eru fleiri enn 171.000 flóttafólk og tilflytarar komin til Italia.

1.400 fólk bjargað mánadagin

Metið frammanundan varð sett í fyrraárið, tá var talið 170.000. Eingi tekin er um, at færri  flóttafólk og tilflytarar ætla sær til Evropa úr Norðurafrika.

Bara í gjár skrásetti italska sjóverjan umleið 1400 fólk, sum vórðu bjargað úr gummibátum, ið vóru um at søkka. 

ST sigur, at ferðin um Miðjarðarhavið í ár hevur kravt umleið 4.700 mannalív. Hesi flóttafólkini eru annaðhvørt druknað, ella eru ikki komin afturíaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659