Flokkarnir kallaðir saman

Flokkarnir kallaðir saman
Íslendski forsetin er nú komin upp í aftur royndirnar at skipa stjórn í Íslandi
Forsetin í Íslandi hevur givið teimum sjey flokkunum fundarboð í dag í eini roynd at skipa nýggja stjórn
 
02.12.2016 - 11:27

Forsetin í Íslandi hevur givið teimum sjey flokkunum fundarboð í dag, sigur íslendska kringvarpið, RUV.

Nú er meira enn ein mánaður farin síðani altingsvalið 29. oktober, men einki røkist fyri nakrari stjórn í Íslandi.

SÍ EISINI Stígur komin í samráðingar

Nógvar royndir eru gjørdar. Tann seinasta fór fyri bakka í gjár, tá tey Vinstru grønu og Sjálvstæðisflokkurin komu til tað úrslit, at ov langt er millum flokkarnar. 

Fýra aðrir flokkar, Piratarnir og teir smáu, hava eisini roynt. Teir ætlaðu at fáa tey Vinstru grønu við, men tað gekk heldur ikki. Altingið kemur saman týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659