ES fegnast um valúrslit

ES fegnast um valúrslit
Forsetin í Europatinginum hevur ynskt nývalda forsetanum í Eysturríki til lukku við valsigrinum á høgravenda forsetanum, ið hevur stjórnað landinum
Høgravendi Norbert Hofer tapti forsetavalið í Eysturríki í gjár. Tað er greitt, eftir at atkvøðurnar eru taldar
 
05.12.2016 - 09:59

Nývaldi eysturríkski forsetin, Alexander Van der Bellen, sigur, at orsøkin til at hann vann valið ímóti tí høgravenda Norbert Hofer, kom av, at veljararnir tóku undir við hansara boðskapi um frælsi, at fólk eru eins og samanhaldi.

Bellen sigur seg fara at royna at savna landið, sum mestsum er í tvíningum í spurninginum um flóttafólk og í spurninginum um Europeiska Samveldið.

SÍ EISINI Hofer viðgongur at hava tapt forsetavalið

Van der Bellen er limur í Grøna flokkinum í Eysturríki, men hann stillaði upp til forsetavalið sum sjálvstøðugt valevni.

Roknað varð við, at valið fór at gerast meira spennandi enn tað gjørdist, og valhølini høvdu ikki meir enn latið aftur, tá Norbert Hofer boðaði frá, at hann hevði tapt.

Val var eisini í mai

Fyrstu kanningarnar vístu, at Alexander Van der Bellen fekk 53,6 prosent og Norbert Hofer 46,4 prosent av atkvøðunum.

Forsetin í Europatinginum, Martin Schulz, hevur ynskt Van der Bellen tillukku við valinum. Hann sigur samstundis, at úrslitið gjørdist ein ósigur fyri tey sum sáða iva um eitt sameint Evropa.

Forsetaval var eisini í Eysturríki í mai, og tá vóru valevnini tey somu, og tað stóð mestsum á jøvnum. Av tí at nakrar brævatkvøður vórðu lætnar upp ov tíðliga, gjørdi grundlógardómstólurin av, at nýtt forsetaval skuldi vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233