Fleiri einnýtisíløt koma aftur

Fleiri einnýtisíløt koma aftur
Útivið tríggjar ferðir so nógv einnýtsluíløt koma nú inn aftur, har tey vórðu keypt, í mun til fyri tíggju árum síðani
Flestu einnýtisíløt til øl, sodavatn og aðrar drykkir koma inn aftur har, tey eru keypt. Í fjør komu heili 91 prosent av einnýtisíløtunum innaftur
 
07.12.2016 - 17:41

Flestu einnýtisíløt til øl, sodavatn og aðrar drykkir koma inn aftur har, tey eru keypt. Í fjør komu heili 91 prosent av einnýtisíløtunum innaftur.

Talan er um ein støðugan vøkstur hvørt ár frá 2007, tá fyrstu loyvini vórðu givin til at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum í Føroyum.

SÍ EISINI Pantskipan skal endurskoðast

Fyrsta árið, í 2007, komu bara ein triðingur, 33 prosent, av einnýtisíløtunum inn aftur. Í 2015 var tað talið næstan trífaldað upp í 91 prosent.

Sølan av einnýtisíløtum í Føroyum er eisini økt soleiðis, at hon nú er umleið níggju milliónir íløt um árið, sigur Umhvørvisstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025