35 diplomatar vístir úr USA

35 diplomatar vístir úr USA
Amerikanski forsetin hevur givið russiskum diplomatum boð um at fara úr USA áðrenn 72 tímar eru farnir. Orsøkin er amerikanska forsetavalið
Barack Obama hevur givið 35 russiskum diplomatum boð um at fara úr USA, tí Russland legði seg út í amerikanska forsetavalið ígjøgnum internetið
 
30.12.2016 - 08:52

Amerikanski forsetin, Barack Obama boðaði hóskvøldið frá, at 35 russiskir diplomatar hava fingið boð um at fara úr USA, og teir skulu vera farnir í seinasta lagi um 72 tímar.

Orsøkin til avgerðina skal fyrst og fremst finnast í, at Rusland legði seg útí amerikanska forsetavalið ígjøgnum internetið, og sum helst var orsøkin til, at Donald Trump vann forsetavalið.

Og so hava russisku myndugleikarnir nærmast jagstrað starvsfólk á amerikansku sendistovuni í Moskva í langa tíð.

Russland fer at svara aftur

Barack Obama boðaði samstundis frá, at ein frágreiðing um russisku framferðina í amerikanska forsetavalinum er um at vera liðug, og at hon verður løgd fyri kongressina.

Amerikanskir miðlar skriva, at avgerðin um at vísa 35 russiskum diplomatum úr USA, er ógvusligasta avgerðin nakrantíð, og eitt tekin um at viðurskiftini ímillum USA og Rusland eru alt annað enn góð.

Rusland hevur longu boðað frá, at landið fer at svara aftur uppá amerikansku avgerðina um at vísa diplomatunum úr landinum.

Tað sigur ein talsmaður fyri Kreml. Hann vísir á, at tað verður russiski forsetin, Vladimir Putin, sum tekur endaligu avgerðina um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659