Stjórnarsamráðingar tiknar uppaftur

Stjórnarsamráðingar tiknar uppaftur
Í dag fara tríggir flokkar í Íslandi av álvara undir at skipa stjórn. Samráðingarnar fyri nýggjár bóru ikki á mál
Stjórnarsamráðingarnar í Íslandi verða í dag tiknar upp aftur. Tríggir flokkar fara í dag av álvara undir at skipa stjórn
 
02.01.2017 - 11:31

Teir eru Sjálvstæðisflokkurin, Viðreisn og Bjørt framtíð. Hesir flokkar hava minsta møguliga meiriluta í Altinginum, teir hava 32 altingsfólk.

Forsetin bað fríggjadagin fyri aðru ferð formannin í Sjálvstæðisflokkinum, Bjarna Benediktsson, royna at skipa stjórn.

Teir tríggir flokkarnir eru komnir nakað áleiðis. Millum annað hava teir tosað um fólkaatkvøðu um samráðingar við ES um limaskap. 

SÍ EISINI Stjórnarsamráðingar draga út

Ein partur av rættindunum at fiska skal seljast á uppboði fyri at tryggja, at marknaðurprísur fæst fyri fiskirættindi.

Samstundis hava Framsóknarflokkurin og tey Vinstru grønu tosað saman um møguleikan hjá teimum báðum flokkunum at skipa stjórn saman við Sjálvstæðisflokkinum.

Altingsval var 29. oktober. Tað plagdi ikki at taka so langa tíð at gera samgongu í Íslandi. Tá hendan vikan er komin í helvt, er hetta vorðin triðja longsta stjórnarkreppan í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659