Sporðdrekin vann grannauppgerðina

Sporðdrekin vann grannauppgerðina
Sporðdrekin fekk sítt fyrsta stig í landskappingini í ár, tá teir vunnu á Hamar
 
22.01.2017 - 12:22

Sporðdrekin syrgdi fyri, at tað framvegis er stórur spenningur í landskappingini í kurvabólti við at vinna á Hamar.

Sporðdrekin kom best frá byrjan, og tá fyrsti fjórðingur var spældur, var støðan 14-11 til Sporðdrekan.

Annar fjórðingur var somuleiðis javnur, og tá farið var til hálvleik, var støðan 26–23.

Í triðja fjórðingi fór Sporðdrekin frá Hamar og kom tíggju stig framum, 41 – 31.

Í fjórða og síðsta fjórðingi fór Hamar at verja offensivt. Tað vísti seg at eydnast væl. 

Teir fingið fimtan stig, meðan Sporðdrekin fekk níggju, men tað var tó ov lítið. Sporðdrekin vann 50 – 46.

Toppskjúttar í dystinum:

Fríði í Geil Jensen, Sporðdrekin 19 stig
Pól Jakobsen, Hamar 19 stig

Støðan:

1.Ravnur 3 dystir 3 stig
2.Hamar 4 dystir 1 stig
3.Sporðdrekin 3 dystir 1 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541