Barnafrádrátturin er broyttur

Barnafrádrátturin er broyttur
Nú er aldurin avgerandi fyri barnafrádráttin í landsskattinum. Frádrátturin í kommunuskattinum er framvegis er hin sami fyri øll børn.
 
03.02.2017 - 09:32

Barnafrádrátturin í landsskattinum fyri børn í aldrinum null til seks ár er nú 9.200 kr. um árið, og fyri børn í aldrinum sjey til seytjan ár er hann 6.500 kr.

Reglurnar eru eisini broyttar soleiðis, at frádrátturin nú bert verður latin foreldrum at børnum, sum hava fastan bústað í Føroyum, ella sum eru uttanlands í lestrarørindum og hava fulla skattskyldu í Føroyum. 

Í øllum øðrum førum verður barnafrádrátturin ikki latin longur, upplýsir Taks.

Foreldur kunnu ikki at býta frádráttin fyri eitt barn millum sín. Men eiga tey til dømis tvey børn, kann annað foreldrið fáa frádráttin fyri annað barnið og hitt foreldrið fyri hitt barnið.

Barnafrádrátturin í kommunuskattinum er framvegis hin sami fyri øll børn, sum búgva í somu kommunu. Minsti kommunali barnafrádrátturin er 4.000 kr. um árið, og hin hægsti er 10.000 kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025