Dómur fellur í næstu viku

Dómur fellur í næstu viku
Tveir rættarfundir eru eftir í málinum móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur
Ein kommunulækni, sum er ákærdur fyri at gera seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, noktar seg sekan í øllum ákærunum. dómur fellur í næstu viku
 
06.02.2017 - 13:45

Næstseinasti dagurin í rættarmálinum í móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 12 kvinnur, skuldi vera í Føroya rætti í dag.

Men rættarfundurin varð avlýstur. Á skránni var annars procedura. Tað er dómsviðgerð og merkir, at partarnir í málinum leggja fram sakina soleiðis sum teir síggja hana.

SÍ EISINI Avhoyringar halda fram

Fyrst ákæri, tað er Linda Hesselberg, síðani hjásetin hjá teimum 12 kvinnunum, tað er Christian Andreasen, og at enda verjin hjá kommunulæknanum, Bjørn á Heygum.

Tað er her, at partarnir seta fram síni ynski um revsing og endurgjald. Hetta er seinasti lutur í drúgva rættarmálinum. Tveir dagar eru settir av til dómsviðgerð

Síðani skal dómarin, Louise Rask Havegård, taka støðu til, hvør dómurin skal vera. Vanliga tekur tað eina viku og tí verður roknað við, at dómur fellur umleið hálvan februar.

Revsiramman upp í fýra ár

Verður læknin dømdur, kann hann missa læknaloyvi, hann kann fáa fongsulsrevsing upp í fýra ár. Og hann kann verða dømdur at rinda endurgjald til tær 12 kvinnurnar.

Kommunulæknin er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 12 kvinnur. Í øllum 12 førunum er talan um brot á grein 150, 232, 224 og 217.

Heilt stutt merkir tað, at kommunulæknin skal, sambært ákærunum, hava misnýtt sína støðu í almennari tænastu, framt blygdanarskemd og í einum føri at hava tvingað eina kvinnu til aðra kynsliga samveru enn samlegu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162